Um FTF

Triathlonsøgan

Triathlonítróttin er eini 25 ára gomul í Føroyum. Tórshavnar Súkklu Felag TSF skipaði í 90unum fyri einstøkum kappingum í sambandi við súkkluskrá teirra.

Sjálvt Føroya Triathlon Felag  FTF  bleiv stovnað í januar 2001 í sambandi við oyggjaleikirnar á Isle of Man. Krav var, at triathloníðkarar skuldu vera limir í einum felag og hildið var, at vit skuldu hava okkara egna triathlonfelag.

Felagið byrjaði sersamband saman við súkkling og frælsum ítrótti, men tá frælsur ítróttur fekk egið samband og fjallasúkklufelag varð stovnað, blivu súkkling, triathlon og fjallasúkkling til egið sersamband.

Hesi 16 árini hevur triathlonfelagið árliga skipað fyri eini 10-12 tirathlon, duathlon og fleirkappingum. Eisini hevur felagið kappast á oyggjaleikunum og á altjóða pallinum annars  við góðum úrslitum.

Triathlon er fleirgreinaítrótt, sum er sett saman av svimjing, súkkling og renning í nevndu raðfylgju.

Fyrstu ferð skipað var fyri einari triathlonkapping var 4. sept í 1921 í Marseille í Fraklandi, har teir kallaðu kappingina Course des Trois Sports, og sum kann umsetast til kappingin við teimum trimum ítróttunum. Teinarnir vóru tá 7 km súkkling, 5 km renning og 200m svimjing.

Ein onnur søga sigur, at triathlon, sum vit kenna tað í dag, kemur úr San Diego í USA, har menn í sept. 1974 skipaðu fyri einari kapping, hat runnið bleiv 10 km, súkklað 8 og svomið 450 m.

Uppaftur ein triðja søga sigur, at nakrir hermenn á Hawaii kjakaðust um hvør grein, svimjing, renning ella súkkling, var tann harðasta. Teir samdust ikki, men avgjørdu gera eina kapping við øllum greinunum, soleiðis sum vit kenna Ironman í dag: 3,8 km svimjing, 180 km súkkling og 42 km renning.

Triathlon bleiv olympisk ítróttagrein á OL í Sidney 2000. OL-teinurin er 1500m svimjing, 40 km súkkling og 10 km renning. Hesir teinar blivu valdir, tí teir longu vóru góðtiknir sum kappingarteinar í viðkomandi ítróttagrein.

Teinar

Teir mest brúktu triathlonteinarnir:

Teinur Svimjing (m) Súkkling (km) Renning (km)
Sprint 750 20 5
OL-teinurin 1500 40 10
Hálvur Ironman 1900 90 21,1
Langteina 4000 120 30
Ironman 3800 180 42,195

Blog på WordPress.com.

Up ↑

%d bloggers like this: