Kappingar

FM í sprint triathlon 2020

Top 3

Spenningur til síðsta sekund

Onki er liðugt fyrr enn alt er liðugt. Kend orð søgd av einum kendum manni. Eisini í Triathlon er tað so.

Føroya Triathlonfelag skipaði leygardagin fyri FM í Triathlon. Hesa ferð í Sprint. Sprint teinurin er samansettur av 750 metrar svimjing, 20 kilometur súkkling og fimm kilometur renning.

Svomið var í Svimjihylinum í Gundadali. Súkklað var millum rundkoyringina við R. C. Effersøesgøtu, rundkoyringina við Skansan og rundkoyringina við Føroya Tele. Ein teinur á góðar 10 kilometrar. Teinurin skuldi tí súkklast tvær ferð.

Runnið var frá Svimjihøllini, eftir Ringvegnum, og eftir Yviri við Strond. Vent bleiv við Løgreglustøðina Yviri við Strond, og so gekk leiðin sama veg aftur niðan til Svimjihøllina, har málið var.

Tveir favorittar

Ein kann siga at favoritturin vann. Ella ein av favorittunum. Báðir hava staðið seg gott í ár, og báðir hava teir ment seg nógv seinastu árini. Magni Hansen og Jákup Petur Eliasen. Hesir vóru favorittar at vinna kappingina um FM heitið í Sprint Triathlon leygardagin.

Báðir eru góðir rennarar. Báðir eru góðir súkklarar, men í hylinum hevur Magni munin. Magni hevur vunnið rennikappingar og Jákup Petur hevur vunnið súkklukappingar.

Munurin øktist í súkklingini

Spenningur var í luftini, og spenningur var til síðsta sekund.

Bergtór Thorsteinsson var fyrstur úr hylinum, so kom Magni og so kom Jákup Petur sum triði maður úr hylinum.

Jákup Petur hevur lagt nógva orku í súkkluvenjingina í ár. Hetta hevði við sær, at hann longu við Boðanesheimið fór framum Magna og Bergtór.

Jákup Petur visti, at skuldi hann gerast FM vinnari, so skuldi hann vinna tíð í súkklingini. Tað gjørdi hann eisini. Hann økti og tá súkklan bleiv parkerað við svimjihøllina og hann skifti til renniskjógvarnar, hevði hann 50 sekund aftur til Magna Hansen.

Men 50 sekund er ikki nógv, og tá Magni er ein eminentur rennari, so er 50 sekund absolut ikki nógv. Og tá so skiftið hjá Jákup Petur ikki gekk so gott tað plagar, so minkaði munurin millum nummar eitt og tvey aftur nakað.

Nú skuldu fimm kilometrar leggjast afturum. Jákup Petur rann tað hann var mentur. Tað gjørdi Magni eisini. Magni hevði munin, og tað styttust tí millum teir.

Harðasta strekkið á teininum var frá tyrlupallinum og niðan til Hoyvíksvegin. Mótbrekka og leygardagin var eisini mótvindur á júst hesum strekki.

  • Eg væntaði allatíðina at Magni fór at fara framum meg, men hann hevði nokk eisini súkkla harðari enn hann hevði ætlað. Tá eg vendi við politistøðina sá eg, at Magni var umleið 25 sekund aftanfyri, segði Jákup Petur Eliasen eftir kappingina.

Men nú var mótvindur til tyrlupallin, og síðani mótvindur og niðanbrekka frá tyrlupallinum til svimjihøllina. Báðir runnu sum um tað galt lívið. Magni hevði framvegis munin, og munurin minkaði enn meira.

  • Málstrikan hjá mær var har brekkan við tyrlupallin byrjaði. Rann alt eg átti átti har til. Hugsaði at um Magni ikki var farin framum tá, so fekk eg kanska eyka kreftir av tí. Tað gjørdi eg, segði smílandi FM vinnarin eftir kappingina.

Soleiðis bleiv tað. Jákup Petur vann við 20 sekundum á Magna Hansen, og tryggjaði sær við sigrinum sítt næsta FM heiti í Triathlon í ár.

Í summar gjørdist Jákup Petur FM vinnari í ½ Ironman.

Góð luttøka og góð úrslit

Millum nógvu luttakararnar var danin Peter Jensen. Hann hevur áður kappast í triathlon og hevur eisini gjøgnumført ein Ironman. Tveir. Dag um dag faktiskt.

Peter kom á mál sum nummar fýra, men hevði hann havt eina eina sokallaða Triathlon súkklu, ella havt ein TRI boyla á súkkluni, so hevði úrslitið heilt vist verið enn betur. Men hóast tað, so var úrslitið gott, og hann kundi eftir kappingina gleðast um, at hann var skjótastur í renningini.

Eisini Andrass Joensen vann sær eina flotta tíð. Og eitt triðjapláss.

Meðan Jákup Petur brúkti 1 tíma 8 minuttir og 8 sekund, so brúkti Andrass 1 tíma 12 minuttir og 2 sekund um teinin, tvs. smáar fýra minuttir eftir vinnaran.

Sum sagt so var spenningur til síðsta sekund, og Magni kom á mál bert 20 sekund eftir vinnaran. Magni Brúkti 1 tíma 8 minuttir og 29 sekund um teinin.

Millum luttakararnar var eisini Rigmor N. Joensen. Rigmor telist millum okkara bestu rennarar hjá kvinnum, men hon hevur fyrr luttikið í triathlonkappingum. Leygardagin var hon við aftur sum einasta kvinnan. Rigmor gjøgnumførdi teinin uppá 1 tíma 34 minuttir og 20 sekund.

Úrslitið frá kappingini sæst her:

https://www.webscorer.com/race?raceid=224773

Blog på WordPress.com.

Up ↑

%d bloggers like this: