Triathlon.fo

Vælkomin á triathlon.fo 🙂

Her fara vit at kunna um ymiskt sum hevur við triathlon í føroyum at gera.

Her verður okkurt um bæði venjingar, kapping og aðrar upplivingar.

Har er eisini ein bólkur á facebook sum kallast “Triathlon Føroyar”, har vit deila spurningar, myndir og annað. Ert tú triathlon áhugaður, ert tú sjálvandi vælkomin har eisini.

Triathlon er ein ógvuliga skjótt vaksandi ítróttargrein globalt, og hon vaksur eisini í Føroyum, tóat vit gjarna ynskja fleiri sum koma at íðka.

Hvat er triathlon?

Triathlon er tá man samla bæði svimur, súkklar og rennur, og tað er samlaða tíðin, inklusiv skifti, sum telur. Tí ræður um at venja allar 3 disiplinir, og samstundis hugsa um hvat man er í, og hvussu man vil skifta ímillum disiplinirnar.

Teir mest brúktu triathlonteinarnir:

Teinur Svimjing (m) Súkkling (km) Renning (km)
Sprint 750 20 5
OL-teinurin 1500 40 10
Hálvur Ironman 1900 90 21,1
Langteina 4000 120 30
Ironman 3800 180 42,195

Útstýr

Fyri at koma gott ígongd krevst, fyri uttan venjing, nakað av greiðum. Tað nýtist ikki at kosta tað stóra, tú kann saktans byrja við útgerð tú eigur ella lánir. Tá man fyrst er komin í gongd, fara tey flestu at investera í betri útgerð, men tað sum krevst er: Svimjibuksur/drakt og svimjibrillur – ein fungerandi súkkla, súkkluhjálmur, einar góðar renniskógvar og klæði sum tú kann halda teg heitan í, í tí føroyska veðrinum.

Áðrenn man roynir tað fyrstu ferð, kann tað virka rættuliga ørkymlandi og ringt at ímynda sær, men tað er orduliga stuttligt, og har eru allatíðina ting at arbeiða við, sum kunnu blíva betur.

Um man ivast í onkrum, er bara at spyrja 🙂

Blog på WordPress.com.

Up ↑